- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vegurin oman fyri Skálafjørð dupult so dýrur
Vegurin oman fyri bygdina Skálafjørð er vorðin meira enn dupult so dýrur eftir fýra árum.
Óvissa um nýggja vegin oman fyri Skálafjørð hevur nú fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum at biðja løgtingið strika verklagslógina frá 2009 um vegin. Orsøkin er, at lógin kann forða fyri, at tær sjey milliónirnar, sum eru játtaðar í ár, verða brúktar.
Skal kosta 43,5 mió.
Lógin frá 2009 sigur, at vegurin má ikki kosta meira enn 43,5 mió. kr. Arbeiðið varð boðið út í november í 2009. Men tá tað gjørdist greitt, at arbeiðið fór at kosta 55 milliónir, varð verkætlanin avblást.
So varð roynt aftur í ár. Men tað gjørdi bara ilt verri, tí nú var kostnaðurin komin upp í 70 milliónir. Nú er ætlanin at brúka tær sjey milliónirnar, sum eru játtaðar í ár, til busssteðgipláss og støðið undir rundkoyring og nýggja íbinding Millum Fjarða.
Eftir langtíðaríløguætlan landsstýrisins verða fleiri pengar ikki játtaðir til vegin fyrr enn í 2018.