WTO: Revsitollur á ES-vørur til Føroya

WTO: Revsitollur á ES-vørur til Føroya
Heimshandilsfelagsskapurin hevur lítið og einki at siga í stríðnum millm Føroyar og ES um uppsjóvarfisk, sigur serfrøðingur
Landsstýrið hevur kært ES til WTO, men heimshandilsfelagsskapurin kann lítið og einki gera í stríðnum um uppsjóvarfisk, sigur danskur serfrøðingur
 
04.11.2013 - 18:48

Hóast heimshandilsfelagskapurin, WTO, gevur Føroyum viðhald í kæruni um, at ES hevur sett tiltøk í verk ímóti Føroyum, fær tað neyvan annan týdning, enn at Føroyar kunnu leggja toll á vørur, sum koma úr ES til Føroya. Orsøkin er, at WTO lítið og einki hevur at siga í stríðnum ímillum Føroyar og ES um uppsjóvarfiskin.

Tað sigur danski lektarin í fólkarætti við Århus Universitet, Lars Bracht Andersen, við Ekstrablaðið.

Taka ikki undir við revsitolli

At tollur verður lagdur á vørur úr ES, er neyvan nakað, sum fólkið tekur undir við, sigur lektarin. Fáa Føroyar viðhald í kæruni, so fær tað neyvan nakran búskaparligan týdning fyri ES, men samveldið kann koma undir politiskt trýst fyri at halda tær avtalur, sum eru gjørdar.

- Tað er trúvirðið hjá ES, sum  er avtalupartur, ið hevur týdning fyri samveldið, sigur Lars Bracht Andersen. Tapir ES málið, kann WTO loyva Føroyum at leggja revsitoll á vørur úr ES, men tað verður WTO, sum ásstur revsitollin. Heimshandilsfelagskapurin hevur ikki nakran dómstól, men eina nevnd at loysa ósemjur. Tey sum manna nevndina eru ikki dómarar, men úrslitið minnir um ein dómsúrskurð.

Partarnir hoyrast fyrst

Fyrsta stigið er, at partarnir skulu hoyrast. Finst eingin loysn á tann hátt, verður nevnd sett, sum skal loysa málið. Tá eru tveir møguleikar. Fyrst kemur ein nevnd til eina niðurstøðu, sum partarnir kunnu velja at góðtaka, ella at vraka. Hendir tað, verður ein nevnd aftrat sett at loysa málið. Avgerðin hjá tí nevndini er endalig.

WTO miðar eftir, at tað skal ikki taka meiri enn eitt hálvt ár at taka avgerð í hvørjari av nevndunum. Tað merkir, at ein úrskurður frá fyrru nevndini kemur um eitt hálvt ár ella so. Verður onnur nevndin sett, tekur tað eitt hálvt ár aftrat. Men tað eru dømi um, at mál, sum WTO hevur viðgjørt, hava tikið meiri enn trý ár, skrivar Ekstrablaðið.

WTO loyva revsitoll

Vinna Føroyar málið, kann WTO loyva Føroyum at leggja revsitoll á vørur úr ES. Tað er vanliga mannagongdin, sum heimshandilsfelagskapurin nýtir fyri at revsa lond, sum bróta fríhandilsavtalurnar. ES kann velja at rinda Føroyum revsitollin, og síðani kunnu revsiatgerðirnar halda fram sum nú. Vinnur ES málið, so kunnu revsiatgerðirnar halda fram uttan revsitoll, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740