- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsunýskipan: Vit skulu hava fleiri deplar
Føroyar skulu hava heilsudeplar, har fleiri fakfólk innan heilsuverkið skulu arbeiða, og har borgarin kann verða kannaður og viðgjørdur.
Tað stendur í frágreiðingini um heilsunýskipanina, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at leggja fyri tingið í morgin. Ætlanin er, at býta Føroyar í eindir, sum skulu hava hvør sín heilsudepil. Á hesum heilsudeplum skulu vera kanningar og viðgerðir, sum kunnu vera aðsratsaðni enn á sjúkrahúsum, stendur í frágreiðingini.
Fleiri yrkisbólkar
Ætlanin er, at fleiri yrkisbólkar í heilsuverkinum skulu starvast har, eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálafrøðingar, ljósmøður osfr. Fyri heilsuverkið verður fyrimunurin, at fleiri viðgerðartilboð - heilt ella partvíst - kunnu gevast aðrastaðni enn á sjúkrahúsum.. Fyri borgaran verður fyrimunurin tann, at tað verður lættari at fara til kanningar ella fáa viðgerðir, heldur Heilsumálaráðið.
Men starvsfólk mugu lagast til broytingarnar. Í frágreiðingini stendur, at ein fyritreyt fyri at fáa fult gagn av umskipanini er, at tað verða framdar neyðugar tillagingar í galdandi setanar- og lønarviðurskiftum hjá nøkrum starvsfólkum.
Umskipa starvs- og setanarviðurskifti
Hetta skal gerast við at umskipa starvs-og setanarviðurskiftini, so øll heilsustarvsfólk hjá tí almenna verða javnsett, og umskipanin fer at hava við sær, at møguleiki verður at spara eina mundandi upphædd í rakstarútreiðslum samanborið viðl galdandi skipan, stendur í frágreiðingini.
Tað, sum verður spart, kann síðani nýtast til at seta onnur heilsustarvsfólk í starv, og tá kann hetta gerast innan fyri somu játtan, stendur í frágreiðingini.
Byrja í Sandoynni
Landstýrismaðurin mælir til, at ein royndarskipan verður gjørd við einum heilsudepli á Sandi í 2014, tí har er heimatænastan longu ein samankoyrd skipan, og allir borgarar í Sandoynni og í Skúvoy hava sama kommunulækna.
Tingið fer at hava aðalorðaskifti um heilsunýskipanina fríggjadagin.