- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið er útsett
Á landsstýrisfundi í kvøld var avrátt at kalla tingið saman í morgin at leggja upp í samráðingarnar við lóg, sum skuldi forða fyri, at strandfaraskipini vóru løgd. Nú boðar Løgtingsskrivstovan frá, at tingfundurin er avlýstur. Orsøkin er, at verkfallið er útsett eina viku, tí partarnir eru farnir aftur til samráðingarborðið.
Tey bæði manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, hava verið í sáttmálasamráðingum við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum seinastu vikuna, men enn uttan úrslit. Ósemjan er um sonevndu hvílitíðina. Sambært nýggju kunngerðini skulu sjófólk arbeiða sjey tímar minni um vikuna, og hvíla sjey tímar meira um vikuna.
Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið vilja ikki niður í løn, hóast arbeiðstíðin hjá limunum minkar við sjey tímum um vikuna.