- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar nýggjan sáttmála
Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu skjótt av í sáttmálasamráðingunum hesaferð.
Tvey ára sáttmáli varð undirskrivaður í gjár.
Sáttmálin er galdandi til 1.oktober í 2015.
Lærarafelagið og Lønardeildin høvdu fyrireikandi fund 12.september.
Krøvini vóru handað 24.september, og fyrsti samráðingarfundurin var 26.september.
Sambært sáttmálanum hækkar mánaðarlønin 1.oktober í ár 190 kr. umframt 0,9 prosent.
Og 1.oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent.
Lærarafelagið sigur, at frá næsta skúlaári verða latnir fýra tímar fyri flokslæraraarbeiði fyri hvønn næming í fyrsta flokki um árið, sum er ein tími meira enn nú.
Nýggj avtala er gjørd um starvsvenjing á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum Læraraskúlin eitur nú.
Venjingarskúlin er strikaður sum venjingarskúli, men samsýningin fyri starvsvenjingar - og samtalutímar er hækkað munandi, sigur Lærarafelagið.