293 bíða eftir bátaplássi í Havn

293 bíða eftir bátaplássi í Havn
Skulu rinda 2.000 kr. í depositum fyri at vera á bíðilistanum
 
01.11.2013 - 09:38

So nógvir bátar eru í Tórshavnar kommunu, at verri enn so er pláss fyri øllum.

293 bátaeigarar eru á bíðilistanum til bátapláss.

287 bíða eftir plássi til bátin í Havn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi.

Í Kaldbak bíða seks eftir bátaplássi, men har verða fimm teymar lagdir út fyri ársskiftið, og tá verður bara ein eftir á bíðilistanum í Kaldbak.

Samstundis eru 15 pláss tøk í kommununi, fýra í Hesti, fimm í Nólsoy og seks í Kollafirði og á Signabø.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at krevja 2.000 kr. í depositum frá teimum, sum eru á bíðilistanum til bátapláss í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736