Simba skal vísa børnum vegin

Simba skal vísa børnum vegin
Nýggja felagsnavnið fyri alt barna- og ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er Simba
 
28.10.2013 - 11:18

Barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevur fingið nýggjan samleika, og tað merkir, at bæði navn og búmerki er nýtt.

Nýggja felagsnavnið fyri alt barna- og juniorarbeiðið er Simba.

Við nýggja samleikanum ynskir Kirkjuliga Heimamissiónin at styrkja virksemið millum børn og juniorar í Føroyum.

Simba ynskir, at øll børn skulu læra størsta barnavinin, Jesus, at kenna.

Simba ynskir, at barnið verður lært upp í tí kristiliga barnalærdóminum og styrkt í trúnni.

Simba ynskir at vekja upp ábyrgd og kall ímillum leiðarar í øllum barna- og juniorarbeiði.

Simba ynskir, ígjøgnum sunnudagsskúlan, juniorarbeiðið, barnaringar, barnakór, barna- og juniorlegur, at liva visjónina: Jesus er besti vinur barnanna.

Simba ynskir at læra barnið bæði sjálvt at taka ímóti, og at geva gleðiboðini víðari um Jesus sum heimsins frelsara, heilt út til ytstu endamark á jørðini.

Simba ynskir at møta børnunum, har tey eru, og bjóðar ymisk konsept fram, so sum sunnudagsskúlar, juniorbólkar, tannáringavikuskifti og legur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835