Noreg: Fiskimálaráðið verður niðurlagt

Noreg: Fiskimálaráðið verður niðurlagt
Nýggja stjórnin hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, tekur við í dag
Alt bendir á, at Elisabeth Aspaker verður nýggjur fiskimálaráðharri í Noregi
 
16.10.2013 - 09:36

Norska fiskimálaráðið verður niðurlagt, og nýggi fiskimálaráðharrin skal sita í einum nýggjum ráði, ið fær heiti Vinnulívs- og fiskimálaráðið. Tað veit norska kringvarpið, NRK, at siga. Í dag verður nýggja borgarliga stjórnin í Noregi almannakunngjørd.

NRK hevur fyrr sagt frá álítandi keldum, at Elisabeth Aspaker úr Høyre verður nýggjur fiskimálaráðharri, men nú ljóðar eisini, at sjálvt ráðið, sum eitur Fiskeri- og kystdepartementet, verður niðurlagt og lagt undir vinnumálaráðið.

Fleiri ráðharrar í sama ráði

Tað er einki óvanligt í, at fleiri ráðharrar sita á sama ráði. Í Noregi er long siðvenja fyri til dømis, at uttanríkisráðharrin og menningamálaráðharrin sita í sama ráði. Eisini í kunnleikamálaráðnum hava sitið tveir ráðharrar, ein fyri kunnleika og ein fyri gransking og hægri útbúgvingar.

Dúgliga hevur verið gitt í norskum fjølmiðlum,  hvørji verða ráðharrar í nýggju stjórnini. Einasta, sum er vist ,er, at Erna Solberg, forkvinna í Høyre, verður forsætisráðharri. Hinir ráðharrarnir verða kunngjørdir seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652