- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið í heystfrí
Eins og skúlarnir hevur løgtingið heystfrí í næstu viku. Næsti tingfundur verður týsdagin 22.oktober. Tá skal tingið millum annað viðgera málini, sum vóru eftir á dagsskránni í gjár, tá uppskotið um misálit kom. Tvey mál viðvíkjan Sandoynni, virknis- og umlættingardepil til børn og ung og berghol til Dals.
Umlættingardepil og berghol
Almannamálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin má ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr. Raksturin er mettur at kosta hálva fjórðu millión um árið.
Og løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Hendrik Old í Javnaðarflokkinum vilja hava berghol til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar. Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum verður heldur eingin nevndarfundur í næstu viku.