kringvarp.fo nýtt snið

kringvarp.fo nýtt snið
Heimasíðan hjá Kringvarpinum er nú dagførd. Grafiskar tillagingar eru gjørdar á allari síðuni, umframt at nýggjar funktiónir eru gjørdar
Nýggja sniðið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum
 
09.03.2012 - 15:00
Forsíðan
 
Høvuðsbroytingin á forsíðuni er, at nú sært tú - bæði í myndini og tekstinum - um talan er um útvarpstilfar, sjónvarpstilfar ella um talan er um eina skrivaða grein við "bert" teksti. 
 
Í høgra bredda sært tú nú, hvørjar tær nýggjastu og mest lisnu greinarnar á kringvarp.fo eru. Harumframt sært tú eisini, hvørjar søgur eru mest deildar á sosiala miðlinum Facebook.
 
Niðast á síðuni er eitt nýtt yvirlit gjørt, so tað vónandi verður lættari hjá tær, at finna júst tilfarið, tú leitar eftir.
 
Greinir
Sniðið á øllum greinunum á síðuni er gjørt meira tíðarhóskandi. Grafiski samleikin er dagførdur, broytt er uppá tekstuppsetingina og eisini her er tilskilað, hvørt talan er um útvarpstilfar, sjónvarpstilfar ella um eina skrivaða grein.
 
Avspælarin
Tann lítli avspælarin í ovasta høgra horni hevur fingið eina tekniska gjøgnumgongd. Endamálið er at geva tær ein enn meira støðugan avspælara til beinleiðis sjónvarp og útvarp. Nú ber í størri mun til hjá fólki við fartelefonum og sonevndum teldlum (t.d. iPad) at fáa gleði av beinleiðis tilfarinum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990