- Tíðindi, mentan og ítróttur
7,5 mió. kr. afturat til serviðgerðir uttanlands
Løgtingið fer í dag at atkvøða um eykajáttanina til serviðgerðir uttanlands. Landsstýrið biður um 7,5 milliónir krónur til sjúklingar, sum skulu av landinum til viðgerðar. Og landsstýrið ætlar at taka pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum. Men tað vil Fíggjarnevndin ikki. Nevndin vil ikki vera við til at bróta apotekslógina, sigur hon.
Landsstýrið ætlaði at lata yvirskotið hjá Apoteksverkinum fara til serviðgerðirnar fyri at fáa hækkingina útreiðslu-neutrala. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini minti á, at lógin um Apoteksverkið, sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin.
Sunn fornuft
Men í Fíggjarmálaráðnum svaraði ein ráðgevi, at tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum eisini at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, segði ráðgevin. Og Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki er til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin, legði hann afturat.
Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sagt við Fíggjarnevndina, at hann ætlar at fáa apotekslógina broytta í hesari tingsetuni. Hann væntar tí at fáa pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum, soleiðis sum landsstýrið alla tíðina hevur ætlað.
Eykaskattur á vinnuna
Tingið skal eisini í dag viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um hægri eykaskatt á alivinnuna og fiskivinnuna. Og uppskotið um at minka rentustuðulin skal harafturat viðgerast í dag.