- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thorning tigandi um Føroyar
Ríkisfelagsskapurin er farin ov langt afturum í politiska orðaskiftinum í Danmark.Danska stjórnin tekur ikki ríkisfelagsskapin í fullum álvara.
Báðir føroysku fólkatingsmenninir gjørdu nógv burtur úr støðuni í ríkisfelagsskapinum, tá fólkatingið í gjár viðgjørdi setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum.
Sjúrður Skaale spurdi bart út, um felagsskapurin við Føroyar hevur nakað virði fyri Danmark.
Danir mugu nú seta orð á, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin hevur fyri tey, um hann yvirhøvur hevur nakran týdning, segði Sjúrður Skaale.
Hann vísti á, at forsætisráðharrin í røðu sínari bara segði nøkur fá orð um Føroyar.
Tað tykist sum um danskir forsætisráðharrar tora ikki at siga ov nógv um Føroyar.
Stuðla framvegis stjórnina
Hóast Danmark er við í ES-boykottinum móti Føroyum, segði Sjúrður Skaale, at hann og Javnaðarflokkurin framvegis stuðla donsku stjórnini.
Men stjórnin hevur ikki fingið nakran blanko-kekk frá okkum, segði hann.
Men skal ríkisfelagsskapurin virka út í æsir, skal hann mennast.
Og grundvøllurin skal ikki bara vera búskaparligur. Vitan, áhugi og opið kjak krevjast eisini. Og teimum er alt ov lítið av, segði Sjúrður Skaale.
Arbeiðast við at knýta saman
Edmund Joensen í Sambandsflokkinum segði, at nú krevst hart arbeiði fyri at tryggja megina, sum knýtir Danmark, Grønland og Føroyar saman sum ríki.
Hann segði, at danska stjórnin er farin at gera seg inn á ríkisfelagsskapin.
Í sambandi við ES-boykottið søgdu løgfrøðingar í Løgmálaráðnum, at grundlógin tryggjar ikki føroyingum somu rættindi sum aðrir danskir ríkisborgarar hava, segði Edmund Joensen.
Hann segði eisini, at stjórnin heldur ikki sína skyldu viðvíkjandi tí at fíggja vælferðina í Føroyum.
Og Edmund Joensen nevndi harafurat, at Danmark eftir boðum frá ES boykottar Føroyar, so ávís føroysk skip ikki sleppa í danska havn.
Fólkatingið fer næsta vár at hava orðaskifti um ríkisfelagsskapin.