- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týdningarmikið stig til KÍ
Nógvu áskoðararnir við Djúpumýru sóu helst mest undirhaldandi seinna hálvleikin í allari kappingini. Fyrr hálvleikur var tó ikki nógv at reypa av. Fáir málmøguleikar, men tó eitt mál, sum Páll Klettskarð skoraði fyri KÍ, eftir at Gert Hansen gjørdi eina "Jesper Olsen - afturlegging".
Tað sum fyrri hálvleikur ikki hevði, hevði hin seinni. Málmøguleikarnir vóru nógvir, og longu tá tveir minuttir vóru farnir økti KÍ til 2-0. Aftur var tað Páll Klettskarð sum skoraði. Tað gekk tó bara ein minuttur, so minkaði Niels Pauli Danielsen um munin.
Men undirhaldið var als ikki liðugt enn. Tá seinni hálvleikur er eitt korter gamal, skorar Heðin Klakkstein fyri KÍ, og nú byrjaði tað av álvara at líkjast einum KÍ-sigri.
EB/Streymur vildi tað tó øðrvísi. Egil á Bø fór fram í álopið, og hóast KÍ kom til nógvar kontra-møguleikar, eydnaðist tað EB/Streymi at leggja trýst á KÍ. Tá ellivu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Leif Niclasen fyri EB/Streym, so var 3-2 og spenningur síðstu løtuna.
Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum fær Henry Heinesen eitt gult kort afturat, og har við eisini tað reyða. Stórt trýst bleiv lagt á KÍ-málið, og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftur, eydnaðist tað Egil á Bø at javna, og har við eisini tryggja EB/Streymi tað eina stigið.
KÍ skapti nakrar fleiri málmøguleikar gjøgnum allan dystin, men samanumtikið var javnleikur eitt rættvíst úrslit. KÍ ergrar seg tó, tí enn einaferð mistu teir eina leiðslu burtur. Stigi kann tó hava stóran týdning, tí um KÍ tapti, hevði TB møguleika at fara fram við KÍ á stigatalvuni.
KÍ - EB/Streymur 3-3 (1-0) Faroesoccer.com
3' | 1-0 | Páll A. Klettskarð | ||
30' | Brian Olsen | |||
43' | Atli Danielsen | |||
47' | 2-0 | Páll A. Klettskarð | ||
48' | 2-1 | Niels Pauli B. Danielsen | ||
54' | Henry Heinesen | |||
59' | 3-1 | Heðin Klakstein | ||
64' | Arnar Dam | |||
79' | 3-2 | Leif Niclasen | ||
84' | Henry Heinesen | |||
90' | 3-3 | Egil á Bø | ||
90' | Jákup Andrias Hansen |