Føroyskir dómarar døma HM-undankappingardyst

Føroyskir dómarar døma HM-undankappingardyst
FIFA hevur sett Petur Reinert, Regin Egholm og Jan á Líðarenda at leiða HM-undankappingardystin millum Litava og Letland
 
26.09.2013 - 15:57
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, fsf.fo, skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Petur, Regin og Jan fáa møguleikan at døma ein undankappingardyst í samband við heimsmeistaraheitið.
 
Petur Reinert verður dómari, meðan Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar. 4. dómari verður íslendingurin Thóroddur Hjaltalín.
 
HM-undankappingardysturin millum Litava og Letland verður spældur á LFF Leikvøllinum í Vilnius, leygardagin 11. oktober, kl. 18:30, lokala tíð.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948