Hóndbóltskappingin í vanda

Hóndbóltskappingin í vanda
Tað eru ov fáir hondbóltsdómarar í Føroyum. Avleiðingin kann í ringasta føri blíva, at als eingin kapping verður í ár, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum
 
23.09.2013 - 12:41

Tað stendur illa til við dómaramanning, nú hondbóltskappingina skal byrja komandi vikuskiftið. Fimm dystir eru á skránni, men bara eitt dómarapar er tøkt at døma.

Nógvir dómarar eru givnir, onkur er skaddur, og samstundis hevur eingin tilgongd verið.

Sostatt er føroyskur hondbóltur í kreppu í løtuni. Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum sigur, at um fleiri dómarapør ikki bjóða seg fram, kann avleiðingin blíva, at eingin hondbóltskapping verður í ár.

- Um feløgini ikki finna dómarar, er størsta avleiðingin, at tað ikki verður nøkur kapping, segði Kristian Johansen við tíðindini á døgurða.

Klokkan 17.00 í dag fer Hondbóltssambandið at hava fund um støðuna.

Meira verður í 3-2 í kvøld. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856