Tær skotsku vóru ov sterkar

Tær skotsku vóru ov sterkar
Føroyar taptu 2-7 fyri Skotlandi í HM-undankappingardysti á Tórsvølli. Føroyska avrikið var munandi betri í seinna hálvleiki
 
22.09.2013 - 21:36

Dysturin millum Føroyar og Skotland bleiv í veruleikanum settur upp á pláss upp á ein hálvan tíma. Skotland var á odda 5-0, tá ein hálvur tími var farin, og tað var eisini hálvleiksttøðan.

Føroyska liðið var meira verjukent í seinna hálvleiki, og royndi seg við skjótálopum. Tann taktikkurin eydnaðist munandi betri, tí í seinna hálvleiki fingu liðini tvey mál í part.

Tá 77 minuttir vóru farnir, var Skotland á odda 7-0, men Heidi Sevdal minkaði tvær ferðir um munin, so at endaliga úrslitið bleiv 7-2 til Skotland.

Skotland telist millum sterkastu londini í bólkinum. Tær eru nummar tjúgu á altjóða styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 67.

Hósdagin skulu føroysku kvinnurnar aftur spæla HM-undankappingardyst. Tá møta tær Póllandi á útivølli. Pólland er nummar 30 á FIFA styrkislistanum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948