Føroyingar vunnu EM í Kettlebell

Føroyingar vunnu EM í Kettlebell
EM í Kettlebell hevur verið í Trondheim. Fýra føroyingar kunnu nú kallað seg evropameistara í Kettlebells
f.v Óluva Simonsen, Mia Staksá, Henny Heinesen, Sonni Eliassen
Mynd: Sonni Eliassen  
 
22.09.2013 - 18:24

Í Evropameistara kappingini í Trondheim gjørdu teir fýra føroyingarnir, Mia Staksá, Henny Heinesen, Óluva Simonsen og Sonni Eliassen, veruliga vart við seg. Óluva gjørdist tvífaldur evropameistari, meðan hini fingu hvør sítt meitaraheitið.

Venjarin, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sigur at hetta er eitt stórt úrslit fyri Kettlebells í Føroyum og kom tað eitt sindur óvart á hann, at úrslitið gjørdist so gott. Svein Rógvi sigur eisini, at tað er stuttligt at ein lítil tjóð sum Føroyar kann blanda seg ímillum tey bestu í Evropa.

Væntandi verður aftur farið til altjóða kapping í januar 2014, sigur Svein Rógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948