- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlendismálaráðið helst niðurlagt
Alt bendir á, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og býtt sundur millum fleiri aðalráð. Samgonguflokkarnir hava fleiri dagar togast um landsstýrissessin hjá Kára P Højgaard, og nú sær út til at vera komið á mál.
Tað skilst, at Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava verið mest heitir fyri at niðurleggja Innlendismálaráðið og býta málsøkini út millum hini aðalráðini. Hetta samsvarar eisini við útmeldingarnar hjá samgonguni, at tað skal rationaliserast í miðfyrisitingini. Men Fólkaflokkurin hevur strongt á fyri at varðveita Innlendismálaráðið og fyri at fáa landsstýrissessin, skilur kringvarpið.
Og flokkurin setti rættiligan trumf á í dag, tá hann í dag boðaði frá, at hann hevði fingið uttanflokkatingmannin, Janus Rein, inn í tingbólkin. Tað vil siga, at nú hevur Fólkaflokkurin knappliga níggju tinglimir, meðan Sambandsflokkurin hevur átta.
Fólkaflokkurin ikki styrkjast
Men sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava ongan hug at styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum við einum eyka landsstýrissessi. Kringvarpið skilur, at flokkarnir siga kortanei til at lata Fólkaflokkin fáa ein landsstýrissess aftrat. Og seinastu útmeldingarnar frá keldum hjá Kringvarpinum eru, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og málsøkini býtt millum verandi aðalráð.
Spurningurin er so, hvør fær hvat. Innlendismálaráðið umsitur lógarmál, kommunumál, náttúru- og umhvørvismál og so samferðslumál, tó ikki Strandferðsluna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur, at hann kemur við einari fráboðan í morgin, um hvat hendir við Innlendismálaráðnum.