Gudmundur nummar 18 í HM í Ironman

Gudmundur nummar 18 í HM í Ironman
Gudmundur Joensen bleiv samanlagt nummar 18 í Ironman-heimsmeistarakappingini í Las Vegas
Mynd: Kristian Martin Joensen  
 
09.09.2013 - 11:19

Gudmundur Joensen bleiv um vikuskiftið nummar átjan í HM í Ironman.

 

Samlaða tíðin bleiv 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund.

 

Gudmundur Joensen hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at fáa betri úrslit, men hann er hóast alt nøgdur. Á Facebook-vanganum hjá sær, skrivar hann soleiðis:

 

Koyrdi í dag World Championship í M30-34 ár í ironman 70.3. Eg bleiv nummar 18 av 210 monnum í allir hava kvalifiserað seg til kappingina. Eg koyrdi nakað seinni enn eg hevði væntað og vónað, men soleiðis er, tá man satsar høgt veit man eisini at tað kann fara í hina grøvina, og tað gjørdi tað eitt sindur í dag. Men eg havi koyrt væl í ár, bæði í Lissabon og til oyggjaleikir vísti eg super høgt støð,i og eg fekk eisini eitt heilt ok úrslit í dag. Hóast eg ikki eri heilt nøgdur ídag, so er tað einki at gráta yvir, men skriva aftan fyri oyra, hvat burdi verið betri, ella venja øðrvísi.

 

DEN SOM INTET VOVER, INTET VINDER.... Hoyrast folks og takk fyri stuðulin tit øll, tað ger veruliga mun 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835