Roynd samráðingarfólk skulu hjálpa samráðingarnevndini

Roynd samráðingarfólk skulu hjálpa samráðingarnevndini
Samráðingarráðið er eitt ráð við royndum og útbúnum fólki, ið hava førleikar innan fyri altjóða samráðingar ella samskifti. Kjartan Hoydal er formaður
Kjartan Hoydal er formaður í samráðingarráðnum, sum skal veita samráðingarnevndini strategiska hjálp
Mynd: KvF  
 
27.08.2013 - 10:11

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur stovnað eitt ráð, sum skal geva landsstýrismanninum og føroyska samráðingartoyminum strategiska ráðgeving, nú samráðingarnar um norðhavssild og makrel eru á skránni.

Samráðingarráðið er eitt ráð við royndum og útbúnum fólki, ið hava førleikar innan fyri altjóða samráðingar ella samskifti. Í ráðnum sita Kjartan Hoydal, sum er formaður, Arni Poulsen, næstformaður, Bogi Eliasen, Esther Dahl, Hertha Olsen, Hjalti í Jákupsstovu, Kitty May Ellefsen, Rúna Hjelm og Sonja Jógvansdóttir. Jákup Mørkøre er skrivari.

Umboða eingi áhugamál

Limirnir í samráðingarráðnum umboða ikki nøkur áhugamál, men eru bara bundin av sannføring síni, skrivar fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

- Sjáldan í okkara søgu hava so stórar avbjóðingar verið fyri framman, nú tjóðskaparligu áhugamál Føroya skulu røkjast á ein fullgóðan hátt, sigur Jacob Vestergaard, og sipar til komandi samráðingarnar um býtið av norðhavssild og makreli.

- Tí er avgerandi fyri tilgongdina, at føroyska samráðingartoymið fær holla ráðgeving frá ráðnum, sigur landsstýrismaðurin.

Samráðingar á hægri stig

Hann væntar, at samráðingarráðið fer at hjálpa til at "lyfta samráðingarnar upp á eitt hægri stig" eins og tað fer at "fólksliggera samráðingarnar, nú virði fyri nógvar milliardir krónur hjá Føroya fólki standa upp á spæl," sum hann málber seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535