- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskidagarnir avgjørdir í dag
Týsdagin samtykti løgtingið við 18 atkvøðum frá samgonguni, Framsókn og Janusi Rein, uttanflokkatingmanni, at trolararnir missa fýra prosent av sínum døgum, línuskipini og teir smáu útróðrarbátarnir missa sjey prosent.
Ger ongan mun
Skerjingin ger ongan veruligan mun sum støðan er, tí í øllum trimum bólkum, sum skulu skerjast, eru nógvir óbrúktir fiskidagar, eisini í verandi fiskiári, sum endar um góðar tvær vikur.
Seinastu trý árini eru í miðal 541 óbrúktir dagar í trolarabólkinum, teir missa nú 185 dagar, 596 dagar hjá línuskipunum er ikki brúktir, tey missa 180 dagar, og 5 túsund og 197 dagar hjá smáu útróðrarbátunum vórðu ikki brúktir. Teir missa 742 dagar 1.september.
Tingfundurin í dag verður klokkan hálvgum-tvey.