- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg umhugsar at hækka makrelkvotuna
Noreg umhugsar at hækka makrelkvotuna
Samstundis sum Føroyar stríðast móti tiltøkum, sum m.a. Noreg stuðlar, eru norðmenn farnir at tosa um at hækka makrelkvotuna longu í ár
14.08.2013 - 15:57
Tað veit portalurin.fo at siga frá Sunnmørsposten. Portalurin.fo skrivar, at Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráðharri, hevur havt fund við vinnuna um málið.
- Á fundinum gjørdust partarnir samdir um, ikki at nýta sama leistin sum Føroyar og Ísland. Tí fari eg at tosa við hini londini, fyrst og fremst ES, áðrenn nøkur stig verða tikin, sigur norski fiskimálaráðharrin sambært Portalin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV