Eingi handilstiltøk fyribils

Eingi handilstiltøk fyribils
Handilsforðingarnar móti Føroyum, sum ES hevur hótt við at seta í verk, verða fyribils eftir øllum at døma av ongum.
 
18.07.2013 - 09:45
Keldur í uttanríkistænastuni siga við Kringvarpið, at endaliga uppskotið, sum Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, skuldi lata serligu nevndini, sum umsitur fiski- og alivinnu, ikki er vorðið til nakað kortini.
 
Maria Damanaki hevur sagt, at hon fer at seta revsitiltøk í verk móti Føroyum, tí ES vil ikki góðtaka, at Føroyar hava ásett sær, sambært teimum, ov høga sildakvotu.
 
Nevndin skuldi hava uppskotið um ætlaðu handilsforðingarnar í gjár, fyri síðan at viðgera tað í tvær vikur, men uppskotið er sambært keldum hjá Kringvarpinum ikki latið nevndini. Á ætlaða fundinum tann 31. juli skuldi endalig støða takast, hvørjar handilsforðingar skuldu setast í verk í sambandi við trætuna um norðhavssildina.
 
ES kann víkja frá tíðarfreistini, men sambært keldum í uttanríkistænastuni, sum Kringvarpið hevur tosað við, er tað lítið sannlíkt. Tað er av somu orsøk lítið sum bendir á, at ES fer at seta Føroyum handilsforðingar um mánaðarskiftið.
 
Meira seinni.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. mars
Vikuskiftið 28 mars 2025
189968
Fríggjadag 28. mars
Breddin: Ungir íverksetaraspírar
189938
Fríggjadag 28. mars
Morgunlestur fríggjadagur 28.mars 2025
189735
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963
Fríggjadag 28. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189947
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898