Heilsustøðan hjá Mandela er batnað

Heilsustøðan hjá Mandela er batnað
Heilsustøðan hjá Nelson Mandela er batnað, skriva suðurafrikanskir miðlar
 
14.07.2013 - 11:00
Nýggjasta fráboðanin frá familjuni er, at sjúkuviðgerðin hevur verið góð, og støðan er betri nú, enn hon var fyri viku síðani.
 
Nelson Mandela hevur verið innlagdur við lungnabruna síðan 8. juni. Støðan hevur verið álvarslig, men nú tykist sum, at støðan er batnað nakað.
 
Nú hósdagin, tann 18. juli, verður fyrrverandi forsetin 95 ár, og suðurafrikanska stjórnin fyrireikar nú, hvussu dagurin skal hátíðarhaldast. Dagurin 18. juli er nú eisini soróptur altjóða Mandela-dagur. Dagurin skal minna okkum á stóra týdningin, sum forsetin hevur havt fyri samfelagið, og samstundis mæla fólki til at elta slóð hansara.
 
Nelson Mandela sat fongslaður í 27 ár fyri at hava stríðst ímóti apartheid. Hann varð leyslatin í 1990. Trý ár seinni, í 1993, fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina, og árið eftir var hann valdur sum forseti í Suðurafrika, eitt starv hann røkti í fimm ár.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114