Heimurin spyr eftir Mursi

Heimurin spyr eftir Mursi
Fyrrverandi forseti Egyptalands varð koyrdur frá í einum hernaðarkvetti eftir at hava sitið við valdinum í bara eitt ár. Eina viku eftir kvettið vil ongin siga, hvar Mohamed Mursi er staddur
Ongin vil siga nakað um, hvar frákoyrdi egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, er staddur.
 
12.07.2013 - 09:00

Mótmæli og samanbrestir millum Mursi viðhaldsfólk og Mursi mótstøðufólk hava verið gerandisdagur í landinum seinastu vikuna.

Mánadagin,  doyðu í minsta lagi 50 mótmælisfólk í samanbrestum í Kairo, verður mett. Flestu teirra vóru islamistar, sum stuðlaðu Mursi og Muslimska Brøðralagið.

Undrast yvir, hvar Mursi er staddur
Myndugleikarnir hava handtikið fleiri leiðandi limir í Muslimska Brøðralagnum, teirra millum hægsta leiðaran, Mohamed Badie. Men spurningurin, sum heimssamfelagið og egyptar seta nú, er, hvar Mursi er.

Frákoyrdi forsetin varð seinast sæddur hósdagin í farnu viku, tá hann helt eina røðu fyri viðhaldsfólki. Eftir tað varð hann handtikin, og ongin veit, hvaðar hann varð koyrdur. Tað einasta, sum er heilt víst, er at herurin hevur hann onkunstaðni.

Í húsavarðhaldi
Ein møguleiki er, at hann situr í húsavarðhaldi í høvuðssætinum hjá tjóðskaparliga lívverju- og trygdarliðnum í Kairo. Tað var her, hann búði, dagarnar undan kvettinum, og tað var eisini higar, viðhaldsfólk leitaðu sær í ótespiligu samanbrestunum mánadagin.

Ein annar møguleiki er, at hann situr fangi í verjumálaráðnum.

Tá ið ein journalistur hjá CNN í gjár spurdi fyribils verjumálaráðharran, hvar Mursi er, svaraði hann:

- Hann kann ikki ferðast frítt, men hann verður væl viðfarin. Og sum tú kanska skilir, so er hetta eisini fyri hansara egna besta – fyri hansara egnu trygd, segði virkandi verjumálaráðharrin, Mohamed Camel Amr. Tað skrivar www.aftenposten.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114