Egyptaland fingið nýggjan forsætisráðharra

Egyptaland fingið nýggjan forsætisráðharra
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í Egyptalandi, Hazem El-Beblawi, er júst settur sum nýggjur forsætisráðharri í landinum
Nýggi forsætisráðharrin í Egyptalandi, Hazem El-Beblawi.
 
09.07.2013 - 16:15

El-Beblawi var í eitt fýra-mánaðarskeið varaforsætisráðharri í Egyptalandi. Tað var í 2011. Umframt hevur hann eisini verið fíggjarmálaráðharri.

 

Nýggi egyptiski forsætisráðharrin hevur lisið løgfrøði á Universitetinum í Kairo. Haraftrat er hann doktari í búskaparfrøði.

 

El-Beblawi segði við Daily News Egypt hin 29. juni, at hann metti búskaparpolitikkin hjá júst frákoyrda forsetanum, Mohamed Morsi, vera ov veikan.

 

Kelda: Aftenposten og The Guardian

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114