Skiparin royndi at avbróta lendingina

Skiparin royndi at avbróta lendingina
Tvær kinverskar gentur í tannárunum doyðu og 182 ferðafólk fingu skaða, tá eitt flogfar hamraði í vøllin í San Francisco, tá tað skuldi lenda leygardagin. Velið brotnaði, og eldur kom í flogfarið
Flogvanlukkan í Sanfrancisco hevur higartil kravt tvey mannalív. Tvær kinverskar gentur í tannárunum doyðu í vanlukkuni.
 
08.07.2013 - 04:15

 

Talskrásetarin á flogfarinum vísir, at fogskiparin royndi at avbróta lendingina, og gera nýggja roynd bara hálvtannað sekund áðrenn flogfarið bresti í vøllin. Og bara tvey sekund framman undan bað flogskiparin um loyvið at seta ferðina upp.

- Áðrenn tað vóru ongin tekin um, at flogfarið hevði trupulleikar, segði Deborah A.P Hersmann, leiðari á trygdarmyndugleikunum, National Transport Safety Board, á tíðindafundi sunnudagin, skrivar AP.

 

Ongin ávaring

Ein teirra, ið kom frá vanlukkuni á lívi, Benjamin Levy, sigur, at ferðafólkini ongantíð fingu nakra ávaring frá manningini um, hvat var við at henda. Hann sigur, at eisini manningin var kløkk av hendingini.

- Eg haldi als ikki at manningin visti nakað sum helst, sigur Benjamin Levy við CBS-News.

Ferðafólkini hjálptu hvørjum øðrum beint eftir vanlukkuna.

- Tey, sum kundu hjálpa, gjørdu tað eisini, sigur hann.

Filmsupptøkur vísa, at flogfarið fleyg ov lágt, tá tað kom inn móti flogvøllinum. Og suðurkoreiska flogfelagið, Asiana Airlines, vísir púrasta aftur, at nakað mekaniskt var galið við flogfarinum.

Av teimum 182 ferðafólkunum, sum vórðu innløgd á sjúkrahús við løstum, stendur um lív hjá 16 teirra. Tey liggja framvegis uttan vit. 

 

Kelda: AP og Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114