Fimm sáttmálar eftir at gera

Fimm sáttmálar eftir at gera
Kost- og Føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum verður galdandi til 1. oktober 2015
Snorri Fjallsbak og hini á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum hava fimm sáttmálar eftir at gera í hesum umfari
 
05.07.2013 - 11:00

Av teimum 32 sáttmálunum og avtalunum, sum landið hevur við fakfeløg, eru nú fimm sáttmálar eftir at endurnýggja í hesum umfari.

Tað er greitt, eftir at Kost- og Føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið í gjár skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Hann verður galdandi til 1. oktober 2015. Karmurin í sáttmálanum er tann sami sum hjá øðrum feløgum, ið hava sáttmála við landið.

Í gjár var eisini fundur millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har millum annað varð tosað um, hvussu felags samráðingarnar við Føroya Pedagogfelag skulu skipast.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008