- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV fingið endaligt loyvi til vindmyllurnar

Nú er endaliga staðfest, at SEV kann fara undir ætlanina um at byggja vindmyllulund í Húsahaga oman fyri Havnina

SEV sigur á heimasíðu síni, at Vinnukærunevndin hevur avgjørt at sýta umbønini frá smápartafelagnum Vindrøkt um at taka kærumálið til viðgerðar av nýggjum, tí grundarlag er ikki fyri tí.

Avgerðin hjá Vinnukærunevndini frá 27. mai, har Jarðfeingi gevur SEV loyvi til at byggja vindmyllulund í Húsahaga, er sostatt staðfest, sigur SEV. Ætlanin var, at vindmyllurnar skuldu setast upp í ár, men tað verður av ongum, tí kærumálið hevur drigið ætlanina út.

SEV ætlar at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga.