- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fyritøkur kunnu gera Viðareiðistunnilin

Landsverk hevur góðkent seks byggifyritøkur, sum kunnu bjóða seg fram at gera tunnilin til Viðareiðis og vegirnar í sambandi við tunnilin.

Tær eru Samtakið Articon og LNS, J&K Petersen, IAV Føroyar, Ístak, MT Højgaard og
NCC Construction. Fyritøkurnar fáa í næstum útbjóðingartilfarið sendnadi.

Tunnilin til Viðareiðis verður 1850 metrar til longdar. Hann verður gjørdur ur Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan, og nýggjur vegur skal eisini gerast út Middali til Viðareiðis. Nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.

Fíggjarkarmurin hjá løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er sambært verklagslógini 162 mió. kr. Arbeiðið skal eftir ætlan byrjast næsta ár.