- Tíðindi, mentan og ítróttur
675.000 akfør í undirsjóvartunlunum

Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum er vaksin fyrra hálvár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Fyrr hálvár koyrdu sløk 298.000 akfør í Vágatunlinum. Vøksturin er 5,5 prosent. Miðalferðslan var 1644 akfør um dagin frá 1. januar til 1. juni.

Í Norðoyatunlinum koyrdu 377.000 akfør fyrra hálvár. Vøksturin er 3,4 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Miðalferðslan í Norðoyatunlinum var 2084 akfør um dagin.

Prísirnir lækka

Í dag lækka prísirnir at koyra í undirsjóvartunlunum. Persónbilar rinda 110 krónur fyri túrin, og 55 krónur við kubba. Størri akfør rinda 320 krónur fyri túrin, og 160 krónur við kubba.

Árshaldið at koyra í tunlunum er 9.000 kr.