- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantskolvetni borar nýggjan brunn

Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at farið er undir at bora Polecat-avmarkingarbrunnin. Sostatt er felagið í løtuni við í trimum leiti- og avmarkingarboringum.

Loyvið, har brunnurin verður boraður, liggur skamt frá framleiðandi leiðunum, Ettrick og Blackbird, ið Atlantic Petroleum eisini eigur part í. Pallurin Transocean GA III borar brunnin, og tað fer at taka umleið 50 dagar at bora.

Atlantic Petroleum eigur 20 prosent av loyvinum, og fyristøðufelagið Nexen eigur hini 80 prosentini. Umframt Polecat-brunnin er Atlantic Petroleum eisini við í Brugdu-boringini í føroyskum øki og Spaniards East leitingarbrunninum í bretskum øki.