- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarskipanin aftur í tingið
Stjórnarskipanin aftur í tingið
Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram uppskot til stjórnarskipan, sum tekur støði í uppskotinum, sum varð lagt fram í 2010
07.09.2012 - 16:44
Tjóðveldi og Framsókn gera nú aftur eina roynd at fáa nýggja stjórnarskipan setta í gildi fyri Føroyar.
Uppskotið tekur støði í tí arbeiði og tí uppskoti, sum varð lagt fram á heysti í 2010, og teimum broytingum, sum komu til aðru viðgerð í tinginum í juni í fjør. Ta ferðina spurdist einki burturúr, tí løgtingsval var í eygsjón. Í eini roynd at røkka enn størri semju eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, og ein nýggj grein um beinleiðis fólkaræði er tikin við í uppskotið, siga uppskotsstillararnir.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn siga, at avgerandi er, at málið ikki aftur gerst politiskt fótatraðk á tingi ella millum flokkar, men at semja fæst um eitt uppskot, ið kann setast til fólkaræðiliga viðgerð í almenninginum, og sum kann skapa áhuga og virkna luttøku millum fólk.
Grein 25-nevnd
Teir skjóta upp, at uppskotið eftir fyrtsu viðgerð verður beint í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar verða umboðaðir. Stjórnarskipanaruppskotið eigur at fáa eina gjølliga almenna viðgerð og verða sent øllum áhugaðum til hoyringar, áðrenn endaliga uppskotið verður lagt aftur fyri tingið og sent til fólkaatkvøðu, siga Høgni Hoydal og Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.
Málið stendur at fáa fyrstu viðgerð í tinginum 25. september, men løgtingsskrivstovan ger vart við, at uppskotið er ikki løgfrøðiliga kannað.
Nýggjastu sendingar í ÚV