- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir vøllir fáa Hattrick-stuðul

Víkingur og Eysturkommuna fáa 600.000 krónur til nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Norðragøtu og 250.000 krónur til nýtt graslíki á vøllin í Leirvík.

EB/Streymur og Eiðis kommuna fáa 300.000 krónur til nýggja fótbóltsvøllin, ið skal leggjast á Hólmanum á Eiði. EB/Streymur og Eiðis kommuna hava fyrr fingið játtaðar 600.000 krónur til at skifta graslíkið á gamla vøllinum á Mølini. Henda játtan verður nú flutt til nýggju verkætlanina á Hólmanum, sum sostatt fær 900.000 krónur í stuðli úr Hattrick-grunninum.

Starvsnevndin hjá FSF hevur á fundi undan páskum gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu fáa stuðul. Tíggju umsóknir komu inn.

FC Hoyvík fær 24.250 krónur í stuðli til at fremja ábøtur á felagshúsið.