- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistararnir niður í løn

Seinasta hálva árið hevur B36-leiðslan støðugt umrøtt, hvar sparingar kunnu gerast, uttan at hesar raka sjálvt virksemið í felagnum, og eitt av hesum økjum er sjálvandi spælarahópurin hjá fremsta liðnum. Í farnu viku var fundur við spælararnar, og har bleiv semja um, at spælararnir fara 10% niður í løn, skrivar heimasíðan hjá B36.

- Hetta er ikki eitt krepputiltak, men eingin ivi er um, at gera vit einki, so kann tað væl enda við kreppu. Tí ynsktu vit longu nú at fáa eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og eg eri sera fegin um ta ábyrgdarkenslu, sum spælararnir hava víst við at taka undir við hesum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36, við heimasíðuna hjá B36.

- Tað vil altíð vera eitt av aðalmálum okkara, at raksturin skal hvíla á einum fíggjarliga forsvarligum grundarlag, og hetta átakið saman við fleiri øðrum er avgjørt við til at tryggja, at so er, sigur formaðurin.

Liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras, sigur við b36.fo, at talan var um eina skjóta avgerð, har spælararnir fegnir vilja gera sítt til at betra um raksturin í felagnum.

- Tá nevndin hevði nevnt hesar ætlanir, fingu vit frið at sita saman og tosa um tingini. Men eg haldi ikki, at vit brúktu meira enn einar fimm minuttir, áðrenn okkara støða var greið. Sjálvur var eg als ikki í iva, og eg eri fegin um, at hópurin stendur saman um hetta. Tað gevur okkum frið at líta frameftir, og har er tað enn sum áður næsti dystur, sum telur mest, sigur Klæmint Matras.