Giktalæknin heldur fram á Landssjúkrahúsinum

Giktalæknin heldur fram á Landssjúkrahúsinum
Pero Sore, giktalækni, og Heilsumálaráðið hava skrivað undir fyribils avtalu
Nú er greitt, at Pero Sore, giktalækni, heldur fram á Landssjúkrahúsinum eftir 1. apríl
 
15.03.2012 - 19:35

<p>Giktalæknin Pero Sore heldur fram í starvi sínum á Landssjúkrahúsinum. Pero Sore hevði annars sagt seg úr starvi 1. apríl, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum.</p>

<p>Fyrradagin fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum fleiri enn 700 undirskriftir frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum og øðrum borgarum, sum vildu hava eina skjóta loysn á málinum. Tað lovaði Karsten Hansen.</p>

<p>Í dag undirskrivaðu partarnir so undir eina avtalu, ið hevur við sær, at Pero Sore fyribils heldur fram at veita giktasjúkum føroyingum sínar tænastur. Talan er tó bara um eina fyribilsavtalu, ið ásetir, at Pero Sore heldur fram at veita serlæknatænastu innan rheumatologi.</p>

<p>Fyribilsavtalan fevnir um veitingar og takstir fyri privat-starvandi serlæknar í giktasjúkum. Í avtaluni verður lagt upp fyri, at hon er bara fyribils, og takstirnir skulu ikki leggja støði fyri sáttmálasamráðingarnar, sum verða í næstum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962