Jákup á Borg aftur á landsliðnum

Jákup á Borg aftur á landsliðnum
Jákup á Borg er aftur til reiðar at spæla fyri føroyska landsliðið og verður við í hópinum, sum fer á venjingarlegu í La Manga í Spania

22.02.2012 - 21:49

Eftir at hava spælt 61 altjóða dystir fyri Føroyar, segði Jákup á Borg landsliðnum farvæl í 2010. Men nú hevur miðvallarin úr B36 aftur hug at spæla fyri landsliðið.

- Eg spældi alla kappingina í fjør, uttan at verða darvaður av skaðum. Í ár eru bara tríggir landsdystir á skránni, so vónandi kann eg vera við til tær uppgávurnar, sigur Jákup á Borg í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.

- Hugurin til landsliðið er veruliga komin aftur, so eg gleði meg nógv til venjingarleguna á La Manga í komandi viku, sigur Jákup á Borg.

Leygardagin fer føroyska A-landsliðið hjá monnum á venjingarlegu á La Manga í Spania. Umframt venjingar, eru eisini tveir dystir á skránni. Týsdagin verður spælt ímóti Real Murcia úr næstbestu deildini, og mikudagin í næstu viku skal føroyska landsliði royna seg ímóti La Union, sum spælir í triðbestu deildini í Spania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Dreymsótt 1.partur
182201
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110