- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES
Karen Hækkerup, matvørumálaráðharri, sigur seg vóna, at strandalondini finna eina loysn í næstu viku, tá tey hittast í London
Áheitanin frá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, um at fara aftur til samráðingarborðið fær ikki ES-fiskivinnukommisserin at broyta støðu
Ósemjan við ES og Danmark um sildabýtið er í hæddini. Revsitiltøkini eru á veg, men hetta er ikki fyrstu ferð, at Føroyar, ES og Danmark eru í slíkari trætu
Handilsforðingarnar móti Føroyum koma í gildi mikudagin í næstu viku, tann 28.august. Kunngerðin um boykottið stóð í Kunngerðarblaðnum hjá ES í gjár. Í henni stendur, at boykottið kemur í gildi sjeynda dagin eftir fráboðanina, og tað er galdandi í øllum ES-londum.
Landsstýrið fær fullan stuðul frá íslendsku stjórnin, nú landsstýrið dregur ES fyri altjóða gerðarrætt í sambandi við makrel- og sildastríðið við ES
So er tað greitt: Landsstýrið hevur í dag latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.
Seinastu trý árini hevur ES keypt støðugt meira sild og makrel úr Føroyum. Í fjør keypti ES makrel fyri 434 mió. kr. úr Føroyum, í 2010 var talið 93 milliónir. Vøksturin er yvir 400 prosent
Íslendski fiskimálaráðharrin harmast um revsitiltøkini hjá ES móti Føroyum. Hann heldur revsitiltøk vera skeivur háttur at loysa trætuna.