ES-nevndin heldur fast við tiltøkini móti Føroyum

ES-nevndin heldur fast við tiltøkini móti Føroyum
Áheitanin frá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, um at fara aftur til samráðingarborðið fær ikki ES-fiskivinnukommisserin at broyta støðu
Nýggjasta áheitanin frá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, rínur ikki við Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser
 
26.08.2013 - 15:13

Seinasta royndin hjá Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, at sannføra ES-nevndina um, at hon eigur ikki at seta tiltøk í verk móti Føroyum, rínur ikki við.

Tað skrivar Politiken.

Sostatt bendir alt á, at tiltøkini verða sett í verk mikudagin sum ætlað.

Bræv til Damanaki

Í síðstu viku sendi Villy Søvndal eitt bræv til ES-fiskivinnukommisserin, Mariu Damanaki, har hann enn einaferð heitti á hana um ikki at seta tiltøk í verk, men at taka samráðingarnar uppaftur.

Í brævinum vísti Søvndal m.a. á, at Føroyar hava biðið um, at settur verður ein gerðarrættur undir ST-havrættarsáttmálanum, og at búskaparlig tiltøk fara bert at herða stríðið millum ES og Føroyar.

Keldur í ES-nevndini vátta fyri Politiken, at ES-nevndin hevur fingið brævið frá donsku stjórnini, men áheitanin frá Villy Søvndal fær ongan týdning.

Tiltøk samsvara við fólkarættin

ES-nevndin sigur í einari skrivligari viðmerking til Politiken, at føroyska umbønin um at seta ein gerðarrætt broytir ikki ætlanina um at seta tiltøkini í verk. Tiltøkini hava til endamáls at verja og varðveita sildastovnin, og tey eru í fullum samsvari við fólkarættin, sigur ES-nevndin.

- Føroyar verða noyddar at umhugsa støðu sína og verða til reiðar at viðgera ein kvotu, sum ger, at stovnurin verður burðardyggur. Hvørki tiltøkini, ella tað at ein gerðarrættur verður settur at viðgera málið, forða fyri, at samráðingarnar millum strandalondini kunnu halda fram í september, skrivar ES-nevndin í svarinum til Villy Søvndal.

Danski uttanríkisráðharrin er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Millum málini, sum eru á skránni, eru ES-tiltøkini.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791