Fjarskiftiseftirlitið fær størri heimildir

Fjarskiftiseftirlitið fær størri heimildir
Endamálið við uppskotinum er at geva Fjarskiftiseftirlitinum heimild til at kortleggja og gera kanningar á netinum
Í fíggjarlógini fyri 2024 er lagt upp fyri, at Fjarskiftiseftirlitið fer undir átøk í sambandi við nettrygd. (Savnsmynd)
 
12.01.2024 - 08:36

Fjarskiftiseftirlitið fær skjótt størri heimildir at fremja nettrygd og at verja føroyingar fyri netálopum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um broytingar í fjarskiftislógini, sum er sent til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er at geva Fjarskiftiseftirlitinum heimild til at kortleggja og gera kanningar á netinum. 

Uppskotið er týðandi liður í at røkka málinum í nettrygdarætlanini hjá landsstýrinum frá september í fjør, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Í fíggjarlógini fyri 2024 er lagt upp fyri, at Fjarskiftiseftirlitið fer undir átøk í sambandi við nettrygd.

Sí uppskotið, sum er sent til ummælis, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155