Neyvan lív lagað

Neyvan lív lagað
Felagið Trolbátar vil hava Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at broyta avgerðina um at skerja fiskidagarnar, ella at landsstýrið keypir loyvini innaftur
12.01.2024 - 19:44

Felagið Trolbátar sær onga framtíð í vinnuni, við teimum skerjingunum, sum nú eru settar í verk.

Umboðið hjá Trolbátum var einasta umboðið, ið ikki tók undir við skerjingunum í Umsitingarætlanini. 

Við Umsitingarætlanini, ið var gjørd fyri góðum trimum árum síðani, eru bátarnir í bólki 4T - smærri trolbátar - skerdir tríggjar ferðir við fimm prosentum og nú við 20 prosentum. Tilsamans 35 prosent.

 

Fund við Dennis Holm

Felagið Trolbátar hevur sent hoyringssvar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, har greitt verður frá álvarsomu støðuni. 

Í skrivinum stendur m.a. at:

"Bátaeigarnir í hesum bólki síggja sær ikki møguleikar at yvirliva í hesum vinnugeiranum sum útlitini eru. Um friðingarnar gerast verðuleiki, síggja vit ikki aðrar møguleikar enn at koma í eina tilgongd saman við landstýrinum at keypa loyvini inn fyri eina upphædd so núverandi eigarnir kunna sleppa burturúr yrkinum á ein virðiligan hátt."

Fundur verður við landsstýrismannin mikudagin í næstu viku.

Landsstýrismaður vil ikki gera nakra viðmerking til málið, fyrr enn hann hevur havt fund við felagið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594