Príseftirlitið kemur, tá lógin er avgreidd

Príseftirlitið kemur, tá lógin er avgreidd
Sambært uppskotinum skal Kappingareftirlitið hava eftirlit við prísum, við tí endamáli at skapa virkna kapping
Uppskot um príseftirlit liggur nú í tinginum. (Savnsmynd)
 
11.01.2024 - 10:03

Príseftirlitið verður skipað, tá løgtingið hevur avgreitt lógaruppskotið, sum var lagt fyri tingið fyri jól.

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið.

Sambært uppskotinum, skal Kappingareftirlitið hava eftirlit við prísum, við tí endamáli at skapa virkna kapping.

Virkisøkið hjá Kappingareftirlitinum fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi um at landið, tó við ávísum undantøkum.

 

Mvg-frítøka

Jóhannis Joensen spurdi eisini, um eftirlit verður við mvg-frítøkum, t.d. á gerandisvørum, grønum orkusparingum og elbilum.

Høgni Hoydal sigur, at við uppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið, er ætlanin at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og at víðka virkisøkið í kappingarlógini, so betri eftirlit fæst við prísi og betri amboð at skapa virkna kapping. 

Upskotið um príseftirlit sæst her.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155