Spyr verjumálaráðharran um kanónir á verjuskipum

Spyr verjumálaráðharran um kanónir á verjuskipum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur tað vera álvarsamt, at verjuskipini ikki hava grundleggjandi møguleikar fyri at verja seg
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
 
10.01.2024 - 14:19

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spyr nú Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra, um vantandi útgerð umborð á donsku verjuskipunum, sum eisini sigla í føroyskum sjógvi.

Danmarks Radio avdúkaði í morgun, at kanónirnar á donsku verjuskipunum, sum sigla kring Føroyar og Grønland, hava ikki virkað tey seinastu 15 árini. Tað vísa skjøl, sum DR hevur fingið innlit í.

Fólkatingsmaðurin vísir á, at tað er sera álvarsamt, at verjuskipini eru virkin uttan grundleggjandi verjumøguleikar.

 

Danska kringvarpið hevur avdúkað, at kanónirnar á donsku sjóverjuskipunum hava ikki virkað í fleiri ár. 

 

Hann vísir eisini á, at hetta samsvarar ikki við ætlanirnar um at seta loftseftirlitsradara á Sornfelli.

DR avdúkaði, at fleiri manglar eru á skipunum, eisini á teimum nýggjaru skipunum í Knud Rasmussen-klassanum.

Sjúrður Skaale spyr verjumálaráðharran, um hann kann góðtaka, at verjan hevur vitað um trupulleikarnar í drúgva tíð, og ikki hevur rættað teir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155