- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann verða ein bumba undir samgonguni
Kann verða ein bumba undir samgonguni
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, væntar, at fosturtøkumálið fer at fylla nógv í politiska orðaskiftinum
09.01.2024 - 13:32
- Er uppskotið um nýggja fosturtøkulóg farið úr Løgmálaráðnum uttan at verða viðgjørt í Framsókn, kann málið verða ein bumba undir øllum.
Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, um fosturtøkulógina, sum nú er farin til ummælis.
- Hetta er eitt umstrítt mál, og tí er umráðandi hjá landsstýrismanninum at tryggja sær undirtøku fyri tí í baklandinum, og tað hevur Bjarni Kárason Petersen eftir øllum at døma ikki gjørt, sigur Árni Gregersen.
Hann væntar, at fosturtøkumálið fer at fylla nógv í politiska orðaskiftinum í næstum.
Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við Árna Gregersen í útvarpstíðindunum:
09012024_Arni_um_fosturtokumalid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV