- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu ikki gjalda pening aftur fyri trygdarskeið
Sjónám og Vinnuháskúlin skulu ikki rinda skeiðsluttakarum, sum hava verið á trygdarskeiði, pening aftur, tí at teir hava rindað ov stórt gjald.
Kunngerðin frá 2016 skal galda og ikki tann frá 2012.
Tað er niðurstøðan hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, hóast Landsgrannskoðanin kom til aðra niðurstøðu í 2021.
Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sambært kunngerðini frá 2016, settu Sjónám og Vinnuháskúlin gjaldið upp í 6.500 krónur, tí tey vístu á, at nú vóru fleiri krøv til skeiðið.
Í 2021 segði Landsgrannskoðanin, at kunngerðin frá 2012 skuldi haldast, og tí vóru tey noydd at lækka gjaldið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: