Sama aldursmark

Sama aldursmark
Aldursmarkið í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg er tað sama, sum er galdandi nú
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, er komin við uppskoti um nýggja fosturtøkulóg í staðin fyri ta frá 1956. Við viðmerkingum er uppskotið 36 síður.
 
09.01.2024 - 06:14

Aldursmarkið í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg er tað sama, sum er galdandi nú.

Tað er 18 ár.

Hildið verður fast um meginregluna, sum er, at tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan, 
skulu geva samtykki til fosturtøku, um kvinnan er undir 18 ár.

Tó kunnu vera støður, har umstøðurnar avgerandi tala ímóti at krevja samtykki frá foreldramyndugleikanum, til dømis, um kvinnan er vorðin við barn við blóðskemd.

Ein onnur orsøk er, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri kvinnuna, um foreldramyndugleikin fær at vita, at hon er við barn. 

Útreiðslur

Mett verður at lógin fer at kosta landskassanum 150.000 krónur.

Kunnast skal um lógina.

Og fólkini í samráðnum skulu hava samsýning. Avgerðirnar hjá samráðnum kunnu kærast til Kærustovnin.

Tey sakkønu har skulu eisini hava samsýning.

Sambært uppskotinum skal fosturtøkulógin koma í gildi 1.juli í ár.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519