- Tíðindi, mentan og ítróttur
53 fólk vilja hava parkeringsbót endurgoldna
53 fólk vilja hava parkeringsbót endurgoldna
Parkeringsbótin er 200 krónur, so fyribils er útreiðslan hjá Tórshavnar kommunu minst 10.600 kr.
08.01.2024 - 09:58
Tórshavnar kommununa hevur frætt frá 53 fólkum, nú freistin at krevja pening aftur fyri parkering í Gundadali er farin.
Fólk, sum fingu bót í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023, kundu senda umsókn til kommununa um at fáa peningin aftur.
Parkeringsbótin er 200 krónur, so fyribils er útreiðslan hjá kommununi minst 10.600 kr.
Men í summum umsóknum eru tvær ella fleiri bøtur.
Kommunan hevur fingið ein lista frá politinum við nummarplátunum hjá teimum, sum fingu bót, so umsóknirnar kunnu samanberast við hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV