- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórar í Suðuroy: Smyril klárar ikki at føra alt einsamallur
Okkurt skal gerast nú!
Tað er boðskapurin frá teimum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni, sum í almennum skrivi finnast at avgerðini um ikki at útvega eykaskip til suðuroyarsiglingina, nú Herjólfur er farin aftur til Íslands.
"Vit, borgarstjórarnir í oynni, vilja ikki finna okkum í viðferðini, sum oyggin er fyri í løtuni. Vit krevja, at ein loysn verður funnin á suðuroyarsiglingini í stundini," staðfesta teir sjey borgarstjórarnir, sum halda, at suðuroyingar við hesum eru fyri vanbýti.
Herjólfur, sum hevur verið leigaður til farmasigling á suðuroyarleiðini, er nú farin aftur til Íslands.
Smyril klárar ikki alt
Í skrivinum vísa borgarstjórarnir á, at teir onga tiltrúgv hava til, at Smyril klárar at føra allan farm, akfør og ferðafólk á suðuroyarleiðini einsamallur.
Borgarstjórarnar vísa á, at suðuroyingar vóru spentir, tá nýggja tingið tók við, tí ikki færri enn 11 suðuroyingar eru í tinginum og tveir í landsstýrinum.
Men uttan at nevna nakran við navni, finnast borgarstjórarnir nú at summum teirra.
"At ávísir politikarar úr Suðuroynni lata sær lynda og hyggjandi lata tingini fara afturvið, er okkum púra óhoyrt!"
Borgarstjórarnir í Suðuroynni finnast hvassliga at Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Einki vinnulív eftir
Í brævinum ávara borgarstjórarnir um, at verður ikki okkurt gjørt skjótt, er einki vinnulív eftir í oynni, og tey ungu, ið ofta eru berandi innan mentan og ítrótt, flyta.
"Vit krevja tí, at tit taka í egnan barm og gera nakað fyri staðið, ið hevur borið tykkum inn um tingsins gátt! Minnist til, at tit hava familju, vinir og kenningar her í oynni, ið ikki kenna síni livandi ráð viðhvørt.
Minnist til, hvar tit arbeiddu fyri tykkara fyrstu løn - tey flestu aloftast í fiskivinnuni í oynni. Ein vinna, ið hevur sera ilt við at fóta sær.
Hugsið um, hvat tit kunnu gera fyri oynna, ið hevur fostrað tykkum," siga teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroynni í skrivinum.
Les alt skrivið frá borgarstjórunum her.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 17.