- Tíðindi, mentan og ítróttur
230 fulltíðararbeiðsleys í november
230 fulltíðararbeiðsleys í november
Fulltíðararbeiðsleys eru fólk, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin

Arbeiðsloysið hevur verið minni enn eitt prosent síðani apríl í 2022. (Savnsmynd)
03.01.2024 - 10:03
Arbeiðsloysið í november var 0,8 prosent, skrivar Hagstovan.
Tað svarar til 230 fulltíðararbeiðsleys.
Fulltíðararbeiðsleys eru fólk, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin.
Eru tvey fólk arbeiðsleys hálvan mánað hvørt, telja bæði sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.
Minni enn eitt prosent
Arbeiðsloysið var 0,7 prosent í oktober.
Arbeiðsloysið hevur verið minni enn eitt prosent síðani apríl í 2022.
Arbeiðloysið er 0,7 prosent hjá kvinnum og 0,8 prosent hjá monnunum.
Hjá ALS eru í dag skrásett 184 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, 74 kvinnur og 110 menn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV