Fiskaaling eitur nú Firum

Fiskaaling eitur nú Firum
Nýggja navnið hjá Fiskaaling, Firum, er eitt samspæl millum orðini firðir og umhvørvi 
Fiskaaling hevur fingið nýtt navn, Firum, og nýtt búmerki, ið er ein seiðakikari
 
28.12.2023 - 15:17

Partafelagið Fiskaaling broytir navn og eitur nú Firum.

Í tíðindaskrivi sigur felagið, at navnið Fiskaaling kann geva fata av, at talan er um alifelag, og tað er tað ikki.

Felagið skal skapa vitan, sum kann vera grundalagið undir burðardyggari alivinnu í Føroyum.

Navnið Fiskaaling kann tí geva skeiva fatan av virkseminum hjá felagnum.

 

Samanspæl millum firðir og umhvørvi

Firum er samspæl millum FIRðir og UMhvørvi. 

Hetta eru tvey orð, sum lýsa súlurnar undir virkseminum hjá felagum. 

Orðið er lætt at benda, Firum, Firum, Firum, Firums, og er hent navn hjá teimum, sum hava altjóða samstarv á økinum, skrivar Firum í tíðindaskrivi.

Partafelagið Firum hevur eisini fingið nýtt búmerki, ið er ein seiðakikari.

Hann var týdningarmikla amboðið til at síggja niður í sjógvin, og sum dró tjøldini frá og gav vitan til at taka grundaðar avgerðir, skrivar Firum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109